Visti tú at...?

Tváttur vaskar kittlar fyri fyritøkur og stovnar.

Tváttur vaskar oljuklæði fyri fiska- og alivirki.

Tváttur leigar dúkar út til brúdleyp, føðingardagar o.a.

Seingjarklæði til skip o.o.

Tváttur leigar seingjarklæði út til skip, stovnar, leguhús o.o.

         

Vaskaríið Tváttur veitir í dag koyggjuklæði til m.a. skipini hjá Vaktar & Bjargingartænastuni, og donsku verjuskipini, men vit meta avgjørt at rein koyggjuklæði lættliga kunnu veitast øllum sjómonnum, ið sigla undir Føroyum. 

Hetta kann gerast við, at Tváttur eigur klæðini og pakkar eitt lak, eitt dýnuvár, eitt koddavár, og eitt stórt handklæði, í ein lokaðan gjøgnumskygdan plastikkposa. Tá ið skipini koma inn, tekur Tváttur sær av brúktu koyggjuklæðunum og leggur rein koyggjuklæði fram til næsta túr.  

Prísurin fyri hesa tænustuna er uml. kr. 90,- fyri allan pakkan (+ MVG) - tá kostar lakið kr. 30,-, dýnuvárið kr. 25,-, koddavárið kr. 20,-, og handklæði kr. 15,-. Í hesum prísinum eru bæði leiga, avheinting av brúktum klæðum, og veiting av reinum klæðum. Hetta merkir at fyri t.d. ein línubát við 14 monnum hevði tænastan kosta 14 x kr. 90,- = kr. 1260,- (+ MVG) fyri túrin. Fyrivarni mugu tó takast fyri møguligum broytingum í prísinum, tí at tænastan er nýggj, og møguligar tillagingar tískil mugu gerast í mun til útkoyring og avheinting til tey einstøku skipini.   

Um tú vilt vita meira um okkara útleigan av seingjarklæðum, ring til okkara og tosa við Hjalmar. Møguligt er eisini at skriva okkum ein teldupost av undirsíðuni: Samband.  

Bústaður

Tváttur
Sýnávegur 4
480 Skála

Tel og fax: 441840
Fartel: 227785
tvattur@tvattur.fo

Trýst á kortið, fyri at 
síggja hvar vit eru. 

Tváttur-kort.pdf