Tváttur vaskar kittlar fyri fyritøkur og stovnar.

Tváttur vaskar oljuklæði fyri fiska- og alivirki.

Tváttur leigar dúkar út til brúdleyp, føðingardagar o.a.

Í 2011 er marknaðurin hjá Tvátti hin føroyski. Tváttur virkar fyrst og fremst á virkismarknaðinum, men hevur eisini flutt seg inn á brúkaramarknaðin, og ætlar at gera meira við henda marknaðin tey komandi árini. Tváttur byrjaði við at vera eitt vaskarí, men er hesi seinastu árini eisini vorðin ein veitari av klæðum, t.e. tað, ið útlendskar fyritøkur av hesum slagnum rópa Textile Service, og sum er eitt handilskonsept, ið vit vilja menna frameftir við atliti at okkara vinnurekandi kundum.
Kundaskarin er fyri ein stóran part vinnufyritøkur, t.d. smiðjur, fiskavirki o.t., men eisini einstøk hotell/gistingarhús. Einstøk skip fáa eisini koyggjuklæði o.a. frá Tvátti. Kundarnir eru úr øllum landinum, men tó einamest úr Eysturoynni, Streymoynni og Norðuroyggjum. Nakað av privatum kundum hava vit eisini, bæði til vask av ymiskum klæðum, men einstaklingar leiga eisini dúkar frá Tvátti.
Tváttur
Sýnávegur 4
480 Skála
Tel og fax: 441840
Fartel: 227785
tvattur@tvattur.fo
Trýst á kortið, fyri at
síggja hvar vit eru.